Albert Ellefsen skrivar í 07 Vestur blaðnum til dystin í steypakappingini millum 07 Vestur og HB: Meðan fótbólturin er á veg niður er hondbólturin á veg upp. Hondbólturin hevur framum fótbóltin úrmælingar í heimsklassa ”Hvor godt folk er, kommer godt folk til”. Hondbólturin hevur eisini eina greiða ætlan.
Sum smádrongur minnist eg úrmælingin Sámal á Vágalið, sum eg pástandi var við at lyfta støðið hjá okkum øðrum.
Sámal dámdi væl at spæla – ein móti øllum. Ein altjóða leikari skal nógv annað enn at dribla, men eingin kann takað frá honum, at hann var ein úrmælingur, og kundi nógv annað. Haldi ikki at eg takið munnin ov fullan, tá ið eg sigið at tað er bara Todi Jónsson, sum hevur verið ein úrmælingur, altjóða, hóast hann ikki kom uppá tindin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald