2025-02-11 14:00
Nevndin á Posta hevur sett Edvard S. Remberg sum stjóra. Edvard hevur verið KT-leiðari í felagnum síðan 2014 og hevur verið ein týðandi partur av menningini í felagnum seinastu árini. Hann er 50 ár og búsitandi í Hoyvík.
“Eg fegnist um, at vit hava sett Edvard sum stjóra. Hann hevur sera góðan kunnleika um felagið, flutningsvinnuna eins og um møguleikar og avbjóðingar fyri framman. Eisini hevur hann sum fyribilsstjóri víst, at hann er rætta fólkið at mynda felagið og leggja framtíðarkósina til rættis saman við nevndini," sigur nevndarformaðurin á Posta, Árni Ellefsen.
Edvard Remberg sigur um nýggja starvið at: “Uppgávan fyri framman er spennandi. Posta hevur ein týðandi leiklut í samfelagnum og okkara flutningstænastur eru framkomnar og viðkomandi fyri bæði vinnuna og privatkundar. Saman við starvsfólkunum fari eg miðvíst til verka fyri at tryggja, at vit byggja víðari á góða grundarlagið. Í høvuðsheitum snýr tað seg um at styrkja raksturin, menna post-, flutnings- og filateliøkið og framvegis tryggja góðan starvsfólkatrivnað."
Edvard tekur við starvinum í dag. Edvard hevur verið fyribilsstjóri síðan oktober í fjør, tá ið Hans Jákup Langgaard fór úr starvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald