Ítróttur

EB/Streymur vann 3-0 á 07 Vestur

4. umfar í Betri-deildini hjá monnum verður leikt hetta vikuskiftið.

2022-04-03 17:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur hevur seinnapartin verið á vitjan hjá EB/Streymi. Tað var EB/Streymur ið var betra liðið á vøllinum í dag, og vunnu sannførandi 3-0.

Tað var Gutti Dahl Olsen ið legði EB/Streym á odda 1-0 eftir 14. min., sum eisini var hálvleiksstøðan.

EB/Streymur avgjørdi dystin fýra teir fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki. Fyrst var tað Jóhann H. Joensen, sum skoraði til 2-0, og løtu seinni skoraði Gutti til 3-0, sum eisini gjørdist úrsliti av dystinum.

EB/Streymur og 07 Vestur møtast longu aftur tann 14. apríl. Tá verður 1. umfar av steypakappingini leikt.

Onnur úrslit hetta vikuskiftið:

B68 1-1 HB

AB 2-1 Skála

B36 0-3 Víkingur

NSÍ tekur ímóti KÍ klokkan 18.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder