Ítróttur

EBS/Skála og NSÍ halda fram

Við sigri á AB, hevur EBS/Skála spælt seg víðari í steypakappingini hjá kvinnum. Eisini NSÍ er víðari, eftir at tær vinna uttan dyst móti ÍF, sum hevur tikið liðið úr steypakappingini

Lea Lisberg skoraði 4 mál í 6-0 sigrinum á AB. Og saman við NSÍ, sum vann uttan dyst móti ÍF, eru tær úr EBS/Skála víðari í steypakappingini hjá kvinnum - Mynd: Sverri Egholm

Lea Lisberg skoraði 4 mál í 6-0 sigrinum á AB. Og saman við NSÍ, sum vann uttan dyst móti ÍF, eru tær úr EBS/Skála víðari í steypakappingini hjá kvinnum - Mynd: Sverri Egholm

2022-05-16 08:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Lea Lisberg gjørdist stóri spælarin hjá EBS/Skála, tá tær leygardagin vunnu á AB í 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum.

Úrslitið gjørdist 6-0 til felagsliðið, sum var á odda við fýra í steðginum. Øll málini í fyrra hálvleiki skoraði Lea Lisberg, meðan málini í seinna hálvleiki gjørdu Íðunn Egilstoft og Sólja Ernstdóttir.

Við Løkin í Runavík skuldi dystur vera millum NSÍ og ÍF. Men av tí at ÍF hevur tikið liðið úr steypakappingini, vinna runavíkskvinnur uttan dyst, og eru harvið – saman við EBS/Skála – víðari til fjórðingsfinalurnar, sum vera 5. og 6. juni.

Fjóðingsfinalurnar
Víkingur – NSÍ
KÍ – TB/FCS/Royn
B36 – EBS/Skála
HB – 07 Vestur

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar 10. august og 15. september. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 1. oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder