FSF: Ferðingin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum fríggjadagin vann ein flottan 2-1 sigur á Montenegro, og sum týsdagin skal spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Andorra, gjørdist heldur drúgvari enn ætlað.
Flogfari hjá Atlantsflog, ið fleyg hópin til Danmarkar, fór avstað til ásetta tíð. Men tá ferðalagið skuldi flúgva víðari til Barcelona, var flogfarið seinkað, og í Barcelona vóru trupulleikar við at fáa fatur á øllum viðførinum.
Men sum fráleið eydnaðist at fáa bilbukt við íkomnu avbjóðingarnar, og síðani var farið við bussi til Andorra. Ein túrur, ið tók góðar tríggjar tímar.
Lagið í hópinum var tó gott alla tíðina, og tá klokkan nærkaðist fýra sunnumorgunin, eftir at hava ferðast í nærum fjúrtan tímar, kom ferðalagið upp á pláss í lítla fjallalandinum, sum liggur á markinum millum Spania og Frankaríki.
Tvær venjingar eru á skránni, áðrenn sjálvan dystin, sum verður týsdagin klokkan 18:00 á Andorra La Vella stadion.
Fyrra venjingin var seinnapartin sunnudagin, og sum heild eru allar væl fyri, samstundis sum umstøðurnar í Andorra eru góðar, har veðrið eisini vísir seg frá síni bestu síðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald