Ítróttur

Dreymabólkurin hjá Viljormi

Danmark, Ongland, Ísland, Føroyar, Kýpros og San Marino. Soleiðis sær dreymabólkurin hjá Viljormi Davidsen út til næstu EM-undankapping. Lutakastið verður sunnudagin

Viljormur Davidsen er skrásettur fyri 62 dystir og 3 mál fyri Føroyar - Mynd: Bjarni Enghamar

Viljormur Davidsen er skrásettur fyri 62 dystir og 3 mál fyri Føroyar - Mynd: Bjarni Enghamar

2022-10-09 09:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Sunnudagin 9. oktober klokkan 11:00 verður lutakast um, hvussu spælast skal í næstu EM-undankapping fyri A-landslið við monnum. Lutakastið verður í Frankfurt í Týsklandi, sum eisini verður vertur fyri endaspælinum, sum verður í 2024.

Og stendur tað til varaliðskiparan á føroyska manslandsliðnum, Viljorm Davidsen, so sá hann fegin, at Føroyar komu í bólk saman Danmark, Onglandi, Íslandi, Kýpros og San Marino.

– Hetta høvdu verið fimm spennandi avbjóðingar, har vit, umframt at vinna nøkur stig, eisini kundu fingið nøkur stór upplivilsir, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tilsamans 55 lond eru limir í UEFA. Men til komandi EM-undankapping verða tað 53 lond, ið luttaka. Sum vertir hevur Týskland tryggjað sær pláss í endaspælinum, og verður tí ikki við í undankappingini, meðan Russland fyribils er koyrt úr kappingini.

Lutakastið verður skipað soleiðis, at øll londini eru býtt í seks styrkisbólkar, ið eru skipaðir eftir endaligu støðuni í UEFA Nations League kappingini. Finnast skulu 7 bólkar við 5 londum, og tríggir bólkar við 6 londum.

Harafturat eru nøkur fyrivarni, ið hædd skal takast fyri í samband við lutakastið. Millum annað verða nøkur lond nevnd “vetrarlond” (Hvítarussland, Estland, Føroyar, Finnland, Ísland, Lettland, Litava og Noreg), og tá eru reglurnar tær, at í mesta lagi tvey “vetrarlond” kunnu koma í sama bólk.

Onnur atlit, ið hædd eisini skal takast fyri, er politiskur og annar ofriður, ið ymisk lond sínamillum stríðast við, og eisini hvussu langt og leingi tað er at ferðast millum ymisk lond í Evropa.

Undan lutakastinum er eisini greitt, at Holland, Kroatia, Spania og Italia fara í bólkarnar A, B, C ella D við fimm londum, og fimm lond vera eisini í bólkunum E, F og G, meðan 6 lond vera í bólkunum H, I og J.

Styrkisbólkur 1
Holland, Kroatia, Spania, Italia, Danmark, Portugal, Belgia, Ungarn, Sveis og Pólland

Styrkisbólkur 2
Frakland, Eysturríki, Kekkia, Ongland, Wales, Ísrael, Bosnia-Hersigovina, Serbia, Skotland og Finnland

Styrkisbólkur 3
Ukraina, Ísland, Noreg, Slovenia, Írland, Albania, Montenegro, Rumenia, Svøríki og Armenia

Styrkisbólkur 4
Georgia, Grikkaland, Turkaland, Kasakstan, Luksemborg, Aserbadjan, Kosovo, Bulgaria, Føroyar og Norðurmakedónia

Styrkisbólkur 5
Slovakia, Norðurírland, Kýpros, Hvítarussland, Litava, Gibraltar, Estland, Lettland, Moldova og Malta

Styrkisbólkur 6
Andorra, San Marino og Liktinstein

Dystaryvirlit / EURO 2024

Dystur 1: 23. – 25. mars 2023
Dystur 2: 26. – 28. mars 2023
Dystur 3: 16. – 17. juni 2023
Dystur 4: 19. – 20. juni 2023
Dystur 5: 7. – 9. september 2023
Dystur 6: 10. – 12. september 2023
Dystur 7: 12. – 14. oktober 2023
Dystur 8: 15. – 17. oktober 2023
Dystur 9: 16. – 18. november 2023
Dystur 10: 19. – 21. november 2023

EM-endaspælið verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli 2024.

Nøkur hagtøl
Síðan 1988 hevur føroyska A-landsliðið við monnum spælt 226 FIFA-skrásettar dystir, ímóti tilsamans 49 londum.

Av teimum 49 eru tvey, sum ikki eru til longur (Jugoslavia og Kekkoslovakia), og eitt uttanfyri Evropa (Kanada).

Av teimum 55 UEFA limalondunum, hava Føroyar ikki spælt ímóti Albania, Armenia, Bulgaria, Hvítarusslandi, Kroatia, Montenegro, Norðurmakedónia og Onglandi.

211 lond eru limir í FIFA.

Fleiri hagtøl um A-landsliðið hjá monnum síggjast H E R

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder