Ítróttur

Dreingir 17 hjá 07 Vestur kunnu vinna FM í dag

Tað er møguleiki fyri, at dreingir 17 hjá 07 Vestur vinna FM í dag.

2022-10-15 14:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinasta umfar í bólkinum hjá dr. 17 verður spælt í dag. B36 og KÍ liggja jøvn við 20 stigum, og skulu tey bæði liðini møtast í Klaksvík klokkan 16:30 í dag. Vinnarin av tí dystinum vinnur FM, men spæla liðini javnt í Klaksvík so kann 07 Vestur vinna FM.

07 Vestur skal á vitjan hjá NSÍ, sum liggur aftast í bólkinum, og tí kann væntast at 07 Vestur vinnur sín dyst í dag.

[object Object]

Dagført: B36 vann í Klaksvík, og blivu Føroyameistarar. 07 Vestur vann ímóti NSÍ.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder