Ítróttur

Dráttur nýggjan høvuðsvenjara

Flogbóltsfelagið Dráttur hevur gjørt avtalu við Eszter Sántosi-Tóth úr Ungarn um at vera leikandi høvuðsvenjari komandi kappingarár. Eszter er 29 ára gomul og kemur higar frá kenda ungarnska felagnum MÁV Elore SC og er hon sera spent at koma til Dráttur.

2022-07-26 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Eszter Sántosi-Tóth fer at spæla við, og vera høvuðsvenjari hjá Meistaradeildini hjá Drátti. Eisini verður hon høvuðsvenjari í felagnum og fer at venja fleiri av yngru liðunum saman við barna- og ungdómsvenjarum í felagnum.

Vit gleða okkum til samstarvið við nýggja høvuðsvenjaran, ið væntandi fer at hava við sær nýggjan íblástur og lærdóm til alt felagið.

Í Drátti leggja vit stóran dent á góðan felagsskap, leikaramenning og trivnað.
Vit í Drátti takka undanfarnu venjarunum fyri stóra arbeiðið í felagnum og takka leikarum, sponsorum, hjálparfólkum, viðhaldsfólkum, útisetum og Vága kommunu fyri dyggan stuðul og gott samstarv.

Eisini takk vit FBF, hinum flogbóltsfeløgunum og dómarum fyri gevandi og mennandi kappingar og samstarv.

Venjingin hjá teimum eldru leikarunum í Drátti byrjar av álvara beint eftir Ólavsøku.
Vit ynskja Eszter og manni hennara vælkomin til Drátt.

Góða Ólavsøku øll somul.

Flogbóltsfelagið Dráttur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder