Ítróttur

Dráttur føroyameistari eftir fimmsettara og gullsett

Føroya Tele-deildin, kvinnur:

2024-04-27 21:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Seinna FM-finalan:
Dráttur – Fleyr 3-2 (16-25, 25-18, 26-24, 23-25, 15-12)
Gullsett: Dráttur – Fleyr 15-12

Neyðugt gjørdist við gullsetti fyri at finna føroyameistaran í kvinnuflogbólti 2024. Skuldi Dráttur gerast føroyameistari, kundi tað bara henda eftir gullsett, tí Fleyr hevði vunnið fyrra finaludystin. Men fyrst var neyðugt at vinna sjálvan dystin. Fyri Fleyr var hinvegin nóg mikið at vinna vanliga dystin í dag fyri at tryggja sær føroyameistaraheitið.

Fleyr fekk flúgvandi byrjan upp á dystin og vann fyrsta settið 25-16.

Men Tereza Kerpčarová, sum hevði verið væl pakkað inn í fyrru FM-finaluni og eisini í fyrsta setti í dag, fór nú at gera meira um seg, og við henni á odda javnaði Dráttur til 1-1 í settum. 24-24 gjørdist í triðja setti, og við blokki vann Henrikka Wang Jacobsen settið 26-24 fyri Drátt.

Fleyr hevði sjálvsagt ikki hug til gullsett, og tí skuldi fjórða sett vinnast. Hetta tóktist vera komið undir land tá Fleyr legði seg á odda 19-12, men Dráttut bardi seg innaftur í settið og minkaði um munin til 21-22 og 23-24, áðrenn Hanna A. Olsen við dundursmassji vann settið fyri Fleyr.

Dráttur fleyg avstað í javnbrótaranum og legði seg á odda 6-2, men Fleyr hevði framvegis ikki hug til gullsett og bardi seg upp á 7-8 (til Drátt). Men so vann Dráttur aftur fýra á rað, men enn einaferð kom Fleyr afturíaftur og bardi seg upp á 12-13. Dupultslag gjørdist kostnaðarmikið fyri Fleyr, og Dráttur fekk dystarbólt sum Tereza Kerpčarová vann við diagonalum smassji.

So var gullsett upp í 15 á skránni. Fleyr var flúgvandi og legði seg á odda 5-2, men eftir framúr servur frá Sissal Ellevsdóttir javnaði Dráttur og fór framum 7-5, og meistaraheitið tóktist vera komið í hús, tá Dráttur legði seg á odda 11-6. Men langt skuldi tó vera eftir á mál, vísti tað seg, tí Fleyr javnaði til 11-11 og 12-12. Fleyr servaði síðan í netið, og sendi næsta bóltin út av vøllinum, og so átti Dráttur dystarbólt – ella gullbólt. Hann trýsti Jórun Elisdóttir Wang niður í gólvið frammi við netið, og so var Dráttur føroyameistari á fjórða sinni. – Og fyrstu ferð greipuvinnari í søgu felagsins, sum byrjaði 8. apríl fyri 40 árum síðani.

Hetta var eisini fyrstu ferð, síðani farið varð at spæla FM-finalur í 2010, at tað liðið, sum ikki hevur vunnið fyrsta finaludystin, er vorðið føroyameistari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder