2022-04-27 09:09
Sunnudagin 1. mai, kl. 15, fer danska kvartettin Ensemble Prisme á pallin í Norðurlandahúsinum. Her fer hon m.a. at framføra verkið Four Dorian Gardens hjá Sunleif Rasmussen, ið kvartettin bílegði í 2019. Kvartettin er Utrilla Gudiksen á floytu, Martin Kejser á klarinett, Anders Öberg á sello og Berit Juul Rasmussen á klaver.
Mikudagin 4 mai, kl 19.30 ber aftur til at uppliva tónleik eftir Sunleifi Rasmussen. Hesaferð er tað pólska streingjakvartettin NeoQuartet, ið framførir eitt av verkum hansara. Tað snýr seg um eitt verk, ið er bílagt av kvartettini í 2022, og tað verður frumframført hetta kvøldið.
NeoQuartet er Karolina Piątkowska-Nowicka og Paweł Kapica á violin, Michał Markiewicz á bratsj og Krzysztof Pawłowski á sello.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald