2023-11-20 13:00

HSF hevur gjørt avtalu við David Edvardsen og Trónd Kragesteen um at standa á odda fyri U08-landsliðnum hjá kvinnum næstu tvey árini. Talan er um gentur føddar í 2008 og 2009.
Genturnar hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF og verða nú til eitt ungdómslandslið, sum skal luttaka í kappingum. Føroysku U16-kvinnurnar skulu spæla European Open í Gøteborg komandi summar, í døgunum 1. – 5. juli. Summarið 2025 skulu genturnar spæla EM-kapping.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald