Vinna

Dansur skal læra ung um happing

Hvussu virkar bólkatrýst? Hví hendir happing? Tað snýr dansisýningin Do As I Say um. Hon verður víst í Norðurlandahúsinum 21. september kl 19.

2022-09-12 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Happing kann koma fyri í nógvum ymsum støðum. Í skúlanum. Á arbeiðsplássinum. Á sosialum miðlum. Men hvat er tað, sum ger okkum til happarar? Hví melda vit okkum ikki úr happikórinum og siga frá? Í dansisýningini Do As I Say, sum vendir sær til ung, læra vit ígjøgnum úrtøkan dans og ítøkar søgur, betri at skilja happing og sosiala atburðin, sum førir til happing. Vit læra um bólkatrýst og vald. Tí hvør er tað í veruleikanum, sum avger, hvat hendir, um vit siga stop? 


Sýningin er skapt av dansibólkinum Bobbi Lo Produktion við svensku Lava Martinsson og danska Michael Tang sum koreografum. Mál teirra er at skapa nýhugsandi palllist við børnum og ungum í miðdeplinum. Hetta sóu vit m.a. í 2021, tá tey framførdu sýningina Farligir Fiskar í Norðurlandahúsinum, har føroysk børn høvdu avgjørt, hvussu søgan skuldi fara fram.


Do As I Say verður víst 21. september kl 19.


Aldur: 13+

Atgongumerki fáast á nlh.fo

Leinkja til forfilm: https://vimeo.com/512237351?embedded=true&source=vimeo_logo&owner=6362510

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder