Ítróttur

DANMARKSMEISTARAR OG HEIÐURSMERKJAREGN TIL FØROYINGAR Í GLADSAXE Í DAG

Tríggjar kvinnur úr KÍF hava gjørt um seg í dag.

2024-01-20 20:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


KÍF skrivar:

Føroyingar gjørdu bart í kappingini um danska meistaraheitið í dag - fleiri meistaraheitir, silvur og bronsu pláss til FØROYAR.
Hjá okkara rógvarum gekk sera væl:
Sarita endurvann meistaraheitini á 2000 og 1000m
Zoe vann silvur á 2000m í opna bólkinum hjá kvinnum lættvekt
Hanna vann bronsu á 2000m og silvur á 200m sprint hjá U19 kvinnum. Hetta er fyrsta árið hjá henni og má sigast verða sera flott.
Samlað hjá KÍF kappróður:
2 x gull
2 x silvur
1 x broinsu
Hetta er FANTASTISKT, tit eru sannar fyrimyndir

HJARTALIGA TILLUKKU

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder