Ítróttur

Danmark, Sveis, Kroatia og FØROYAR

Basel í Sveis verður heimstaðurin hjá føroyingum til EM-endaspælið hjá kvinnum í november/desember. Føroyar komu í bólk D saman við grannum okkara úr Danmark, vertunum Sveis og Kroatia.

2024-04-18 22:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Fríggjadagin 29. november Sveis – Føroyar
Sunnudagin 30. desember Kroatia – Føroyar
Týsdagin 3. desember Føroyar – Danmark

Dystirnir verða leiktir í St. Jakobshalle, sum tekur 6.500 áskoðarar. Les meira um kappingina, hallir og skrá her: WOMEN’S EHF EURO 2024 (catchthespirit2024.com)

Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar. Til seinasta EM, í 2022, gjørdist Danmark nr. 2, Sveis vann seg ikki í endaspælið og Kroatia gjørdist nr. 10. Til seinasta HM, sum var í 2023, gjørdist Danmark nr. 3, Sveis vann seg ikki til kappingina og Kroatia nr. 14.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder