
FSF: Eftir tveir heldur torførar og truplar dystir móti Litava og Íslandi, hilnaðist betri hjá føroysku U17 dreingjunum móti Gibraltar, sum var síðsta mótstøðuliðið í UEFA menningarkappingini, ið seinastu dagarnar hevur verið í Gibraltar.
Føroyar vunnu 4-0, eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum. Beint fyri steðgin legði Jónas Gaard Føroyar á odda, og tá fáir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki øktu Dánial Mørkøre og Dávid Reynheim til 2-0 og 3-0.
Føroyska liðið sat á tí allar mesta, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var Dávid Reynheim aftur upp á spæl, tá hann skoraði sítt annað mál, og slerdi harvið sigurin rimmar fastan.
Litava vann kappingina við 9 stigum, Ísland fekk 6 stig, Føroyar gjørdust nummar 3 við trimum stigum, meðan Gibraltar endaði aftast við ongum stigi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald