2025-08-31 23:14

Brádliga í vár small hann um. Kanningar vístu, at hann hevði ágangandi krabba í heilanum. Læknar hava ikki givið honum góð framtíðarútlit, so Agnar roynir at samskipa øll viðurskifti, so kona og børn fara at hava tryggan gerandisdag.
Agnar hevur klettafasta trúgv og kennir og veit seg í tryggum hondum og hann biður inniliga um heilsubót og at sleppa at síggja børnini vaksa og mennast.
Men um so ikki verður, so óttast hann als onki, tí tá er hann heima hjá Kristusi.
Lurta eftir Credo her.
Sí eisini grein um Agnar og Oilwind, sum vit høvdu í januar 2022 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald