
Brynhild hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Katrin Rubek Nielsen í Streymoyar læknadømi, Joan Skibenæs í Eysturoyar læknadømi og hjá Róa á Kósini í Streymoyar læknadømi.
Sólfríð hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Gunnhild Helmsdal í Norðstreymoyar læknadømi og hjá kommunulæknunum Signhild Petersen og Heini Harryson í Eiðis læknadømi. Sólfríð hevur somuleiðis verið á Odense Universitetssjúkrahúsi, har hon arbeiddi á barnadeildini í 6 mánaðar, hetta tí at tað ikki var rúm í útbúgvingarskipanini á Landssjúkrahúsinum í hesum tíðarskeiði.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 14 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Í 2025 verða eftir ætlan íalt 5 læknar útbúnir sum serlæknar í almennum medisini. Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.
Vit ynskja Brynhild og Sólfríð hjartaliga tillukku við serlæknaútbúgvingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald