Politikkur

Broytingar í sjófeingislógini

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur í dag sent uppskot til hoyringar um at broyta sjófeingislógina.

2024-12-20 20:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta eru neyðugar broytingar, nú lógin hevur virkað í nøkur ár. Endamálið er m.a. at tryggja vinnuni tryggar karmar og gjøgnumskygdar og rættvísar reglur at virka undir. Umframt at tryggja, at føroyska samfelagið fær sum mest burturúr, og hevur fult ræði á livandi tilfeinginum, sum vit føroyingar eiga í sjónum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

Broytingarnar skulu fremja hesi mál: 

Útlendskur ognarskapur

Reglurnar um útlendskan ognarskap verða herdar. Útlendingar kunnu sambært galdandi lóg eiga 25% í einum felagi við veiðirættindum fram til 1. januar 2032, tá teirra ognarlutur skal vera á føroyskum hondum. Hetta merkir eisini, at útlendskur ognarskapur, fram til 2032, kann vaksa upp til 25%, samstundis sum nýggj feløg innan fiskiveiðu kunnu stovnast við útlendskum ognarskapi.

Reglurnar fyri útlendskan ognarskap verða broyttar soleiðis, at nýggjur útlendskur ognarskapur ikki kann keypa seg inn í føroysk feløg við veiðirættindum, eins og verandi útlendingar ikki kunnu víðka um sín ognarlut ella avgerðarrætt í feløgum fram til 1. januar 2032, tá allur útlendskur ognarskapur skal vera úti úr veiðiliðnum

Ein skiftisskipan verður framhaldandi fram til 2032, sum loyvir verandi útlendingum at halda fram. Í hesum tíðarskeiðinum kunnu hesir tó ikki økja sín ognarlut ella avgerðarrætt. 

Rættindi á fleiri hendur

Fiskirættindini eru savnað á alsamt færri hondum, og vinnan er í dag í minni mun enn áður samansett av einum fjøltáttaðum og breiðum eigaraskara. Tí verða miðsavningarreglurnar broyttar. 

Reglurnar um miðsavning av fiskirættindum verða broyttar soleiðis, at markið fyri, hvussu nógv veiðirættindi einstaklingar ella feløg kunnu ráða yvir, verður lækkað niður í 15% í øllum bólkunum, undantikið fyri Barentshavið, sum verður lækkað niður í 25%. Sum er, eru mørkini millum 20-35%. Harafturat verða reglurnar broyttar, so nærstandandi feløg eisini verða roknað undir einum, tá gjørt verður upp, hvussu nógv tey hava ræði á.

Broytingarnar verða bert galdandi frameftir, og verandi persónar og feløg varðveita tey rættindi, sum tey ráða yvir áðrenn lógarbroytingina.

Avreiðing uttanlands

Sambært galdandi lóg skal øll veiða á fiskiførum undir føroyskum flaggi landast og avreiðast um bryggjukant í Føroyum. Tó kunnu 15% av veiðuni fyri hvørt fiskaslag landast og avreiðast uttanlands. Kravið um landing í Føroyum verður broytt soleiðis, at loyvt verður uppsjóvarskipum at landa helvtina av veiðuni av svartkjafti, makreli ella norðhavssild uttanlands. 

Javnsetan av aktørum

Loyvishavarar í fiskiskapinum eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild verða javnsettir, so teir virka undir somu treytum í lógini, tá føroysku kvoturnar broytast. Í dag vera kvotur settar á ymiskum grundarlagi og virka undir ymiskum treytum. Allar kvotur verða frameftir ásettar við støði í heildarkvotuni og fylgja broytingunum í hesi.

Útlutan av øktum tilfeingi av svartkjafti, makreli og norðhavssild

Nýggj skipan verður sett í verk, sum ber í sær, at tá heildarkvotan av svartkjafti, makreli ella norðhavssild fer upp um eitt ásett mark, verða nøgdirnar oman fyri markið atkomiligar hjá teimum, sum frammanundan hava lutfalsliga lítlar kvotur. Hendan skipanin fer, um hon verður virkin, at gagna teimum, sum frammanundan hava lutfalsliga lítlar kvotur.

Freistin at senda inn møguligar viðmerkingar til lógaruppskotið er 20. januar 2025. 

Lógaruppskotið liggur her á síðuni undir uppskot til ummælis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder