Vinna

Brestir siglir heim fullfermdur

Brestir er farin at sigla heim fullfermdur av svartkalva.

2022-10-11 11:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Brestir fiskaði fyrst svartkalvakvotuna í Eystur-Grønlandi - umleið 200 tons - so fóru teir til Vestur-Grønland, har teir hava fiskað kvotuna hjá Enniberg - 100 tons.

Svartkalvaprísurin er hampuliga góður í løtuni, so helst er talan um ein góðan túr.

Tað eru 12 mans við Bresti, skipari er Thormann Niclasen úr Bø.

Thormann roknar við, at teir verða heima týsdagin um eina viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder