
Við hjúnabandinum fylgdi gávubarnið, 6 ára gamli Brandur Kjartansson, og harvið eisini, at eg treytaleyst elskaði hann til deyðin okkum skilti.
Í dag, 18. februar 2025, er eitt ár liðið síðani Brandur okkara andaðist, 19 ára gamal, á parkeringsplássinum millum Gundadalshøllina og Tórsvøll.
Fráboðari ringdi 112, og vaktleiðarin í løgregluni tók telefonina.
Fráboðarin bað um sjúkrabil til Brand, sum lá á rygginum uttan vit - við spýggju í munninum - og stríddist við at fáa luft.
Fráboðarin dugdi ikki fyrstuhjálp.
7 minuttir eftir fráboðanina kom løgreglubilur á staðið.
Sambært fráboðara blástu løgreglumenninir ongantíð í Brand, men góðu hjartamassagu.
Tað er sum øllum kunnugt nyttuleyst, tá ilt ikki kemur í lunguni.
Hereftir bleiv sjúkrabilur boðsendur.
24 minuttir eftir at fráboðarin ringdi 112 kom sjúkrabilur á staðið, og tástani varð lívgevandi fyrstahjálp givin.
Brandur fór við sjúkrabilinum á landssjúkrahúsið, men ov seint var, og Brandur doyði.
Sigast skal, at sambært heimasíðuni hjá “Renn fyri lívi” eru trýggir hjartastartarar innan fyri 200 metrar frá staðnum, har Brandur lá.
Sjálvur starvaðist eg í løgregluni í seytjan ár (2005-2023), harav eisini trý ár sum vakthavandi.
T.d. tók eg telefonina tá ringt varð 112 úr Klaksvík um 14 ára gamlan drong, ið brádliga ikki andaði og var uttan vit.
Hjartastartari og sjúkrabilur vórðu sjálvandi tað fyrsta ið fingið varð til vega, umframt at fólk á staðnum vórðu vegleidd um at geva fyrstuhjálp og hvussu tað skuldi gerast, meðan bíða varð eftir hjartastartaranum og sjúkrabili.
Sannlíkindi vóru sostatt til staðar fyri at drongurin kom til lívs aftur, sum til alla lukku eisini hendi.
Gerningsstaðið / skaðastaðið, har Brandur varð funnin, varð ikki avbyrgt, og ongin kanning varð gjørd av nøkrum slag.
Ikki fyrr enn Sólja átók sær leiklutin sum kanningarleiðari í vikuni eftir.
Hon syrgdi tá m.a. fyri at møguligar upptøkur í upptøkutólum í umráðnum vórðu tryggjaðar, og at kannað varð, hvar telefonin hjá Brandi hevði verið, umframt hvørjar aðrar telefonir høvdu verið í umráðnum.
Løgreglan gjørdi onki av sínum eintingum, uttan at verða við til líkskoðan/líkskurð, sum eisini er obligatoriskt.
Brandur treytar ilt.
Brandur er køvdur.
Brandur er møguliga okkurt afturat.
Hvør veit?
Heini Hanusarson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald