Ítróttur

Braithwaite til 07 Vestur

07 Vestur hevur gjørt leiguavtalu um 21 gamla bretan Benni Smales-Braithwaite. Benni kemur til landið hósdagin og byrjar at venja saman við hópinum hjá Steffen Landro.

2024-01-31 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Benni hevur havt ein sera spennandi fótbóltsuppvøkstur. Hann byrjaði hjá Manchester City og fór síðani til Southampton. Tað er eisini í Southampton at hann hevur spælt flestu dystirnar. Hann hevur spælt 25 dystir í U18 Premier League og 16 dystir í Premier League 2 fyri Southampton. Hann hevur eisini verið partur av U15 og U16 landsliðshópinum hjá Onglandi.

Braithwaite hevur verið í Vendsyssel síðani 2023, haðani hann er leigaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder