Leygarmorgunin í Havn, kendist várligur, tá vit í Bragdinum møttust kl. 8.30 at renna okkara felagstúr, sum vit plaga. Samstundis í Danmark, var Hallur Holm farin undir kappingina “The Great Dane Backyard Ultra”. Fyri at vit øll skulu skilja, hvussu hørð hendan kappingin er og hvussu stórt hetta avrikið er, hava vit spurt betru helvt hjá Halli, Elisabeth, og hon greiðir soleiðis frá:
Backyard ultra renning er ein kapping, sum kemur úr USA og er uppfunnin av Lazarus Lake, maðurin handan Barkley Marathon. Tað hevur verið til í nógv ár, men serliga hesi seinastu árini er tað blivið meira populert. Nú eru heili 6 slíkar renningar í Danmark og Ísland er eisini komið við fyri nøkrum árum síðani. Renningin er øgiliga simpul. Man rennur 6,7 km hvønn tíma til bara ein luttakari er eftir. Hann vinnur og øll hini eru DNF (did not finish). Menn og kvinnur kappast á jøvnum føti. Teinurin 6,7 km er roknaður út frá, at 12 umfør eru 50 miles (80 km) og eitt samdøgur er 100 miles (160 km). Kravið er, at tú skalt vera í mál áðrenn tímin er farin og at tú skalt standa á startinum aftur, tá næsti tími byrjar. Ofta eru hetta bert fáir minuttir. Tá man byrjar, veit man sjálvandi ongantíð, hvussu leingi man fer at renna. Um man ætlar sær at vinna, kann vera 17 tímar ella eisini kann tað potentilt vera í fleiri dagar. Verðinsrekordin er 85 umfør, sum amerikanarin Harvey Lewis tók í 2021. So leingi tað eru minst tveir luttakarar á startlinjuni hvønn tíma, verður hildið áfram. Um tveir luttakarar eru eftir og annar ikki kemur mál, so vinnur tann, sum kom á mál. Um tveir rennarar fara út á eina rundu og báðir koma á mál, áðrenn tímin er farin, men annar velur ikki at stilla upp aftur til start, so skal hin renna seinastu runduna einsamallur og koma á mál. Annas er eingin vinnari. Um báðir velja ikki at stilla upp til start, so er heldur eingin vinnari. Vinnarin skal hava runnið eina fulla rundu longur enn tann næsti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald