2025-11-18 07:44
Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at løgreglan gjørdi ferðmátingar í Norðagøtu. Har vóru sjey bilar tiknir fyri, at koyra ov skjótt. Teir koyrdu millum 100 og 113 km/t. Fimm av teimum fingu bøtur, og tveir bilførarar fingu klipp.
Klokkan 16:15 fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp við trimum var hent í Norðagøtu. Ein bilur skuldi draga til vinstru fyri at koyra av landsvegnum. Bilurin aftanfyri kláraði at stegða, men 3. bilurin kláraði ikki at steðga. Trý fólk vóru í bilunum, og tey fóru øll á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Eitt annað ferðsluóhapp hendi millum Fjarða, ein bilur fór útav vegnum, men hvørki fólk ella bilur fingu skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald