
FSF: Nú ber til at ogna sær atgongumerki til A-landsdystirnar hjá monnum, sum verða í september mánað, og til heimadystin móti Póllandi, sum vitjar á Tórsvølli í oktober.
Hósdagin 7. september spæla Pólland og Føroyar á PGE Narodowy leikvøllinum í pólska høvuðsstaðnum, Warszawa, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 10. september klokkan 17:00 spælir føroyska liðið á heimavølli móti Moldova.
Atgongumerkjasølan er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Umframt vanligu atgongumerkini, verður hesaferð eisini møguleiki at keypa atgongumerki til børn. Kostnaðurin fyri barnaatgongumerki er einans 50 krónur, og verða seld í bólkunum 107 og 108, og í bólkunum 114 og 115.
Sølan av atgongumerkjum til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia, sum verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 12. september klokkan 18:00, er eisini latin upp. Kostnaðurin fyri atgongumerki til U21-landsdystirnar er 95 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald