2024-01-29 17:42

Kl. 19 í kvøld verður dystur í Bónus-kappingini hjá monnum, sum avger, hvør skal møta SÍ í hálvfinaluni, og hvør skal møta Mjølni.
Støðan undan dystinum er, at ÍF er nr. 3 við fýra stigum, og Fleyr er nr. 4 við trimum stigum.
Tað merkir, at vinnur ÍF, so verða hálvfinalurnar hesar:
SÍ – Fleyr
Mjølnir – ÍF
Men vinnur Fleyr, so verða hálvfinalurnar hesar:
SÍ – ÍF
Mjølnir – Fleyr
Bónus-kappingin, menn:
Mánakvøldið 29. januar kl. 19:00
ÍF - Fleyr R1 í Televarpinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald