Ítróttur

Bólkur D: Spania, Føroyar, Japan, Angola

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

2023-01-17 15:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Talan er um ein spennandi bólk. Spania gjørdist europameistari til EM í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 10. Japan vann asiatiska U21 endaspælið, meðan Angola gjørdist nummar 4 í Afrika.

Bólkarnir:
Bólkur A: Frakland, Pólland, Kroatia, USA
Bólkur B: Algeria, Týskland, Tunesia, Kosta Rika
Bólkur C: Portugal, Brasil, Kuveit, Libanon
Bólkur D: Spania, Føroyar, Japan, Angola
Bólkur E: Ungarn, Denmark, Argentina, Vinnarin úr Oceania
Bólkur F: Svøríki, Slovenia, Bahrain, IHF Trophy vinnarin
Bólkur G: Serbia, Ísland, Kili, Marokko
Bólkur H: Egyptaland, Grikkaland, Kuba, Saudi Arabia

HM verður leikt í Berlin, Magdeburg og Hannover í Týsklandi og í Athen í Grikkalandi, dagarnar 20. juni – 2. juli. Innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður leiktur í Magdeburg, millumrundan í Hannover og síðani plaseringsdystir í Hannover ella Berlin.

Føroysku fyrireikingarnar til HM byrja við einari samling í mars og einari í apríl. Í tíðarskeiðnum 18. mai – 20. juni kemur liðið av venja fast saman tvær ferðir um vikuna. Í juni mánaði fer liðið eisini til Íslands, har venjingardystir vera móti Íslendska U21-landsliðnum, dagarnar 10. og 11. juni. 

See less

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder