Ítróttur

Bjørk leika um gull, Bjarni tapti bronsudystin

Hetta vikuskifti er Final4 - hálvfinalur og finalur - í donskum flogbólti við føroyskari lutttøku, sum vanligt.

2024-02-04 12:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Rættuliga nógvir føroyskir flogbóltsleikarar leika til dagligt í bestu og næstbestu deildunum í donskum flogbólti.

Í gjár leiktu Bjarni Joensen og Ikast KFUM teirra hálvfinalu ímóti Nordenskov UIF. Ikast KFUM taptu 3-1 í einum dysti, har 1. og 2. sett vóru rættuliga jøvn. Ikast vann 2. sett, men í 3. og 4. settið vann Nordenskov sannførandi

Í dag leiktu Bjarni og Ikast bronsudyst ímóti Gentofte, sum eisini taptu teirra hálvfinalu í gjár. Heldur ikki í dag gekk eftir vild hjá Bjarna og liðið hansara, sum tapti dystin 3-1. 

Sera unga Ikast liðið, sum Bjarni Joensen er ein av berandi kreftunum á tykist tó at vera komið fyri seg. Í byrjanini av landskappingini gekk ikki væl, men liðið kempar nú hóast alt fyri at verða partur av endaspælinum og leikti seg eisini í Final 4 í steypakappingini.

Bjørk Nolsøe Isaksen og ASV leiktu í gjár teirra hálvfinalu ímóti Brøndby. Bjørk og ASV vunnu greitt 3-0. Harvið skulu tær kl. 16.30 føroyska tíð leika finaluna ímóti Holte IF, sum vann Final 4 í fjørð. 

Talan verður um spennandi dyst, millum nr. 1 og nr. 2 í donsku elitudeildini í flogbólti. Í løtuni eru Bjørk og ASV nr. 1, ímeðan Holte IF eru nr. 2.

Meira verður at frætta um hendan dystin seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder