Vinna

Bjargingartyrlan boðsend tvær ferðir í gjár

-

2022-08-02 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 00:43 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at eitt ferðafól umborð á Norrønu var vorið sjúkt, og hevði tørv á bráfeingis læknahjálp. Tyrlan hjá Atlantic Airways varð boðsend at fara út til Norrønu eftir ferðafólkinum. Norrøna var tá stødd 23 fj. Eystur úr Skálhøvda. Tyrlan lendi við Landssjúrkahúsið um tvey tíðina.

Klokkan 14:35 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein kvinna hevði fingið skaða í armin. Kvinnan var stødd ovalaga á Kunoynni. Tyrlan flutti kvinnuna á Landssjúkrahúsið, og tók tað trý korter til fráboðanin kom til tyrlan lendi við kvinnuni við Landssjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder