Ítróttur

Betra liðið tapti

FSF: Føroyska U16-landsliðið við gentum spældi hósdagin annan dystin í menningarkappingini í Bosnia-Hersigovina. Og sjálvt um tað endaði við teprum 1-0 sigri til heimagenturnar, so var talan um eitt framúr føroyskt avrik.

2022-04-08 07:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Undan dystinum kendi føroyski venjarin og hópurin annars lítið og einki til mótstøðuliðið. Tó var øllum greitt, at Bosnia-Hersigovina, sum seinni í ár skal til EM-endaspælið fyri U16-gentur, var mett sum sterkasta lið í bólkinum, og væntandi fóru okkara gentur at verða lagdar undir eitt støðugt trýst mestsum allar 90 minuttirnar.

Men soleiðis bleiv ikki. Als ikki. Talan gjørdist um ein sera javnan dyst, og serliga fyrsta korterið sótu okkara í tí mesta, og komu eisini fram til fleiri góðar støður, meðan tær hjá Bosnia-Hersigovina høvdu lítið og einki at koma við hesa løtuna.

Ikki fyrr enn góður hálvur tími var spældur kom heimaliðið til fyrsta veruliga málmøguleikan, og tá eydnaðist teimum eisini at fáa bóltin í netið. Talan var um eitt mistak í føroysku verjuni, og so var 1-0. Hetta skuldi samstundis vísa seg at gerast einasta málið í dystinum.

Eftir steðgin sótu okkara gentur á meginpartin av spælinum, og vóru leikliga omaná í øllum hagtølum – men bara ikki á máltalvuni.

– Eg eri sannførdur um, at vit vóru betri. Tí iðri eg meg ómetaliga nógv um hetta tapið. Tað er annars hugaligt at síggja ta menning, sum hesar gentur eru í. Tveir dystir á rað hava tær spælt fult upp ímóti rættuliga sterkari mótstøðu, so vit gleða okkum til næsta dyst, sigur venjarin, Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Næsti dystur, sum eisini er tann seinasta í kappingini, er móti Norðurmakedónia sunnudagin 10. apríl klokkan 11:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder