Vinna

Bergtóra gevst nú sum flogterna

Bergtóra, sum hevur verið við frá byrjan hjá Atlantic, takkar fyri seg.

2022-11-29 09:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Hon er ímynd av tí fjálga og heimliga. Hon hevur tign og myndugleika. Men mest av øllum er Bergtóra bara Bergtóra. Vit kenna andlitið, og vit kenna eisini heilsanina í hátalaranum eftir lending í Føroyum: “Góðu ferðafólk, vælkomin heim”. Hesa fjálgu orðing, sum sermerkir okkara flogfelag, eigur Bergtóra. Og ferðafólk í hópatali hava nú í næstan 35 ár kent seg bæði trygg og heima umborð hjá Bergtóru.
Í gjár takkaði Bergtóra Nielsen, flogterna hjá Atlantic Airways, fyri seg eftir sløk 35 ár á flogi fyri føroyska flogfelagið. Bergtóra, sum nú er farin frá fyri aldur, hevur verið við frá allarfyrsta túri í mars 1988. Í næstan 20 ár starvaðist hon sum kabinuovasti, so hon hevur lært hundraðtals flogternur upp gjøgnum ár og dag, og góðu virðini, Bergtóra hevur lagt eftir seg, eru framvegis ein hornasteinur undir tænastuni umborð.

Tað var ein rørandi løta, tá starvsfelagir og familja tóku ímóti við fløggum og heiðursportri á flogvøllinum eftir hennara seinastu ferð sum flogterna
Vit vilja við hesum takka Bergtóru fyri alt, og vit ynskja henni alt tað besta nú ein nýggjur kapittul í lívinum byrja, tað skrivar Atlantic Airways.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder