Heimsins besti jólamarknaður
Basel hevur nógv spennandi at bjóða í november / desember mánaði. Jólamarknaðurin í Basel er heimskendur og var í 2021 valdur sum besti jólamarknaðurin í Evropa.
Fleiri stórar sølumiðstøðir eru í Basel, og hetta tí eitt upplagt høvi hjá øllum føroyingum fara ein jólatúr at keypa jólagávurnar, uppliva Basel og samstundis stuðla føroyska landsliðnum í teirra fyrstu EM endaspælið.
Prísurin fyri ferðina er: 4.899,00
Skráseting fer fram á: https://forms.office.com/e/2wgJ8k6EQR.
Ferðin er treyta av, at nóg nógv hava tilmelda seg sunnudagin, 13. oktober 2024.
Leikskrá hjá føroyska liðnum
29. november 2024: Sveis – Føroyar
1. desember 2024: Føroyar – Kroatia
3. desember 2024: Føroyar – Danmark
Agongumerki til allar tríggjar dystirnar kostar 1.604,00 kr. (vaksin), tá koma tit at sita saman við føroysku áskoðarnum í St. Jakobshalle. Áðrenn hvønn dyst verður skipa fyri upphiting fyri allar áskoðarar í Basel. Møguleiki er at keypa atgongumerki við at senda ein teldupost til [email protected].
Hotel
Nógvir góðir gistingar møguleikar eru í Basel. Kunningarstovan í Basel hevur viðmælt tríggjar gistarhús:
Coop Tagunszantrum,
Ibis Styles Basel City,
Ibis Basel Bahnhof,
Eru spurningar ella ivamál er møguleika at seta seg í samband við HSF á [email protected] ella 231984.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald