Ítróttur

Vónirnar eru góðar

...

2018-03-20 22:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Tað kann gerast ein spennandi og javnur landsdystur millum Føroyar og Makedonia í annaðkvøld.

Tað halda Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari, og Vivian Petersen, málverji hjá A-landsliðnum, sum vóru gestir í Fríkasti í dag.

Føroyar hava eina ferð áður spælt móti Makedonia. Tá vann Makedonia 21-19. Hóast makedonsku leikararnir liva av hondbóltinum og bæði eru størri og sterkari enn føroysku leikararnir, so er tað júst móti Makedonia, at Føroyar kunnu geva sær vón um møgulig stig. Hini liðini í bólkinum er Svøríki og Serbia, sum endaðu nummar tvey og níggju til HM-endaspælið fyrr í ár.

Fyrri dysturin millum londini er í annaðkvøld, mikukvøldið, klokkan 19.00 í Høllini á Hálsi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder