Skal fyrst og fremst ynskja andstøðuflokkunum til lukku við flotta úrslitinum. Hóast veljarakanningar ikki eru endaligar, men geva eina ábending um, hvat fjøldin heldur um førda politikkin, mugu vit viðganga, at vit hava ikki samskift nóg væl. Tað er eingin loyna, at andstøðan er ósamd við førda politikkinum, men hon kann ikki vera ósamd í góðu úrslitunum, tí tey tala fyri seg.
Arbeiðsloysið er lækkað úr 6,6% niður í 4,4%. Bilhandlarnir klára seg væl. Møblasølan gongur væl. Samgongan hevur ikki bara samtykt, men er farin undir at byggja Marknagilsdepilin. Samtykt at útbyggja skúlararnar í Klaksvík og á Kambsdali. Samtykt at byggja 16 íbúðir til sálarsjúk í Tórshavn. Vit hava lækkað skattin munandi, men vit ætla at lækka skattin uppaftur meir.
Eg kundi hildið fram við góðu avrikunum, men vit mugu ásanna, at vit hava ikki samskift nóg væl. Tað hevði verið lætt at farið eftir andstøðuni og fjølmiðlunum, men tað er ein ov løtt undanførsla. Veljarakanningin gevur okkum eina løtumynd, sum vit verða noydd at taka til eftirtektar. Vónandi kunnu vit taka veljarakanningina til okkum, so vit í framtíðini samskifta betur við veljaran.
Tað hevur hann uppiborið.
Hanus Samró
Løgtingslimur fyri fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald