Ítróttur

Vit fara eftir sigrinum

...

2021-10-07 08:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Hósdagin klokkan 14:00 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Norðurmakedónia. Og stendur tað til venjaran, Sámal Erik Hentze, so verður heilt greitt fari eftir øllum trimum stigunum.

Føroysk fótbóltssøga verður skrivað, tá U21-landsliðið fer á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík hósdagin 7. oktober klokkan 14:00.

Síðan Føroyar fóru undir at taka lut í EM-undankappingum fyri U21-landslið, hevur liðið spælt sínar heimadystir í Havn ella á Toftum. Men hósdagin verður heimavøllurin í Klaksvík.

Mótstøðuliðið hesaferð er Norðurmakedónia, sum Føroyar eisini vóru í bólki saman við í seinastu EM-undankapping. Men sjálvt um norðurmakedónar vunnu báðar dystirnar móti Føroyum í síðstu kapping ??? annan stórt ??? so hevur venjarin, Sámal Erik Hentze góðar vónir til komandi dyst, og eingin ivi skal vera um, at føroyska liðið fer eftir sigrinum hósdagin.

??? Vit vita, at Norðurmakedónia hevur eitt sterkt U21-landslið, og ta skulu vit hava virðing fyri. Men okkara lið hevur eisini nógvar dygdir, so vit fara á vøllin fyri at vinna, eingin ivi um tað, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Norðurmakedónia hevur spælt tveir dystir í EM-undankappingini higartil. Í fyrra dystinum taptu teir 3-0 á útivølli móti Fraklandi, meðan tann seinni, sum var á heimavølli móti Serbia, endaði við málleysum javnleiki.

Føroyska liðið hevur spælt tríggjar dystir higartil, og úrtøkan hevur verið ein sigur, 2-0 á Svangaskarði móti Armenia, ein javnleikur, 1-1 á Ovara vølli móti Fraklandi, og eitt 2-0 tap, sum kom á útivølli móti armenum.

Atgongumerki til U21-landsdystin millum Føroyar og Norðurmakedónia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder