Mentan

Vit drynja jólini inn

...

2020-11-24 09:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Listastovan bjóðar til jólakonsert


Fyrsta sunnudag í advent, 29 november kl. 19:00, bjóðar Listastovan til jólakonsert í bygdarhúsinum.

Listastovan hevur mannað eitt húsaorkestur, við lokalari manning. Handan ljóðførini verða Marner Hansen, Richard Johansen, Johnni Poulsen, Hans Ravnsfjall og Magnus Lydersen. Teir fara at leggja lunnar undir einari røð av føroyskum og útlendskum klassikarum, og í Føroyum minni kendum jólasangum.

Afturat sær, hava vit fingið fleiri lokalar sangarar, ið meistarliga fara at leggja røddir til og tulka sangirnar, bæði sum einstaklingar, duo og fleirraddað. Tey sum framføra eru Greta Svabo Bech, Lyon Hansen, Dorthea Højgaard Dam, ??luva Dam Ísheim, Hans Ravnsfjall, Kirstin Terjadóttir Fagraberg, Tóra Hansen og Sámal Ravnsfjall.

Vegna korona og avmarkað pláss í Listastovuni, verður Bygdarhúsið karmur um konsertina. Við at deila bygdarhúsið í trý, har hvørt høli hevur egna inngongd, er møguligt at halda tilmælini um at í mesta lagi 100 fólk verða samlað í hvørjum høli.

Jólahugnin verður í hásæti við sangi og møguligt verður at keypa sær gløgg og annað gott.

Vónandi verður undirtøkan góð, so hetta kann blíva eitt afturvendandi tiltak.

Neyðugt er at keypa atgongumerki í forsølu á netinum, so øll eru skrásett og harvið lætt at smittuspora.

Atgongumerki fáasther

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder