Vinna

Vinnulívsseminar 27. mai ??? umboð fyri svenskt vinnulív á vitjan

...

2014-05-19 18:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Svenski handilsráðharrin Ewa Björling og umboð fyri svenskar fyritøkur vitja Føroyar.

Týsdagin 27. mai kl. 10.00 ??? 13.30 verður skipað fyri vinnulívsseminari í Norðurlandahúsinum við luttøku av svenska handilsráðharranum Ewu Björling og umboðum fyri svenskt vinnulív.

Yvirskipaða endamálið er at menna samstarvið millum føroyska og svenska vinnu.

Luttakandi fyritøkur:

  • Orkla Foods
  • Skandinaviska Enskilda Banken (SEB)
  • Saab
  • NCC
  • Nibe/Vølund
  • Volvo
  • Fiskareföreningen Norden

Vegna avmarkað pláss verða fyritøkur, sum hava áhuga at luttaka, bidnar um at boða frá luttøku til Vinnuhúsið á [email protected] í seinasta lagi mikudagin 21. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder