Politikkur

Vinnuferðin til Kina, ið Uttanríkis- og vinnumálaráðið saman við Vinnuhúsinum, hevur skipað fyri, er nú liðug

...

2016-11-05 20:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er vælnøgdur við ferðina.

Undir vitjanini í Kina hevur Poul Michelsen m.a. verið á fundum við Handilsmálaráðið, heilsufrøðiligu myndugleikarnar, borgarstjóran í Qingdao fyri vinnumálum, og við handilskamarið fyri matvørur, eins og landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa uppá kinesiska ráðharran fyri fiskivinnu. Harumframt vitjaði landsstýrismaðurin eina av heimsins størstu fiskasølu-messum, har fleiri føroyskar fyritøkur tóku lut.

???Eg síggi sera stórar møguleikar fyri føroyskar fyritøkur í Kina, og í øðrum londum í fjareystri. Kinesiski marknaðurin hevur longu stóran týdning fyri føroyska vinnulívið ??? og fer at fáa upp aftur størri týdning í framtíðini.???

Kina er fólkaríkasta land í heiminum, og búskapurin er í stórum vøkstri. Í løtuni hava nøkur lond sum vit eru í kapping við á tollfrælsi á kinsesiska marknaðinum. Verandi støða hevur tað avleiðing, at kappingarføri hjá føroyskum fyritøkum ikki er javnbjóðis við fyritøkur úr hesum londum.

???Endamálið við hesi ferðini var at virka fyri at tryggja útflutningsfyritøkunum so góða marknaðaratgongd sum møguligt. Hetta er eitt arbeiðið sum tekur tíð, men tað er neyðugt at geva tí høga raðfesting. Vit fara tí undir at leggja til rættis eina miðvísa langtíðarætlan fyri at koma nærri einari fríhandilsavtalu við Kina, og annars áhaldandi at at virka fyri at bøta um marknaðartreytirnar hjá føroyskum fyritøkum í Kina ??? bæði á embætisstigi og politiskum stigi. Eitt nýtt átak í 2017 verður væntandi partur av hesum ætlanum.???

Ferðalagið kemur heim aftur til Føroyar í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder