2024-10-18 11:13
Takk fyri meg., Ein av mínum trúgvu veljarum , og teir havi eg havt nógvar av í skjótt 50 ár, sum er sjómaður, spurdi meg nú um dagarnar, um eg ikki fór at stilla upp aftur.
Fyri at brævatkvøður ikki skulu fara fyri skeyti, so henda fráboðan.
Fyri at tey, sum stilla upp skulu vita, hvat tey bjóða seg fram til, fari eg at biðja tey lesa mál mítt undir bygdaráð og bygdaráðsfundir 26. juni 2024 mál 41/2024. (Sí tað her.)
Leiðslan í bygdaráðnum hevur ikki verið so opin fyri fíggjarliga veruleikanum. Tí hesar reglur.
Støðan verður neyvan betri, tá fíggjarætlanin fyri 2025 verður gjørd. Eg havi skrivliga heitt á leiðslu og bygdaráðslimir um at fáa gjørt hesa ætlan lidna, men øll tekin í sól og mána siga mær, at hetta arbeiði skal súltast til eftir valið. Tit kunnu kanska gita hví. Tað er óvirðiligt, at tey, sum ætla at stilla upp, ikki kenna fíggjarligu støðuna
Yvir og farin Sune Jacobsen Sørvágur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald