Vinna

Vindmyllurnar síggjast í innflutninginum

...

2014-08-20 20:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tann vørubólkurin, har størsti vøkstur er í innflutninginum, er ???Maskinur og amboð???. Har hava vit innflutt fyri 156 mió. kr. meir fyrra hálvár í ár, samanborið við í fjør.

Stórur partur av hesum vøkstri er innflutningur av vindmyllum.

Tað er eisini meir innflutt av byggitilfari. Har er vøksturin 13%.
Størsta broytingin er tó, at innflutningurin av skipum er minkaður niður í góðar 50 mió. kr., meðan hann var útvið 700 mió. í fjør.
Samlað er innflutningurin minkaður meir enn hálva milliard.

Um vit ikki telja skip og flogfør við, so er innflutningurin vaksin 86 mió. ella 3%.

Tann stóri vøksturin, sum hevur verði í innflutningi av akførum, er minkaður nakað, og er fyrra hálvár innflutt fyri 3% meir av akførum. Higartil í ár hava vit innflutt akfør fyri 144 mió. kr. Tíðarskeiðið 2006 til fyrra hálvár 2008 vóru metár, og tá lá innflutningurin av akførum millum 150 ??? 181 mió. kr. hvørt hálvár.
Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er 3% hægri fyrra hálvár í ár, samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Av nýtsluvørum brúka vit serliga meiri pengar uppá mat og drekkivørur, har innflutningurin er vaksin 5%, meðan vøksturin av teimum drúgvaru nýtsluvørunum er eitt sindur minni.

Dagførd og útgreinað hagtøl fyri innflutninginum eru nú tøk í Hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder