Politikkur

Vilja vit nakað ella vilja vit einki

...

2019-01-04 16:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur boðað frá, at fyrst í nýggja árinum verður eitt aðalorðaskifti á tingi um eina framtíðar samferðsluætlan fyri alt landið. Eru vit í Vágum ílatin til hetta orðaskiftið? Tað stutta svarið er tíverri nei.

Fyri at gera eina langa søgu stutta, so vóru borgarstjórarnir í Vágum saman við borgarstjórunum í Norðoyggjum og umboðum fyri politisku feløgini á fundi í Tinganesi á vári 2016 við løgmann og Hendrik Old um tunnilsgjøldini, nú báðir tunlarnir fóru at verða útgoldnir. Løgmaður lovaði, at longu á heysti í 2016 skuldi landsstýrið leggja eina ætlan fyri tingið, tí skuldi gjaldið takast burtur, so mátti lógarverkið um tunlarnar aftur fyri tingið.

Dagur datt av degi uttan at nakað hoyrdist aftur frá løgmanni, og tí avráddu vit báðir, Hans Jákup Kalsberg, borgarstjóri á Viðareiði, og undirritaði, við samtykki frá bygdaráðunum báðum, at biðja felag við sakkunleika gera ein fíggingarleist fyri ávikavist tunnil Norður um Fjall og tunnil frá Fútakletti til Vatnsoyrar. Hetta ásannandi, at betri var at fáa nakað fyri tunnilsgjaldið enn als einki.

Norðoyartingmenn royndu saman við øðrum málið í tinginum, men tað fall. Vit í Sørvágs bygdaráð vildu ikki órógva málið í Norðoyggjum, men spurdu í sama viðfangi býráðið í Vága kommunu, um tey hildu Vatnsoyrartunnilin verða eina loysn, sum tey kundu liva við. Tað hildu tey ikki.

So er spurningurin, sum mín góði samstarvsfelagi, Ivan Johannesen, sáli, plagdi at taka til. Hvussu koma vit víðari, tá nakað hevði rent seg fast og fólk stóðu sum kúgv í mýru.

Í síðstu ferðsluætlan frá Landsverki stendur, at á teininum frá Vágatunlinum til fligvøllin eru tveir høvuðstrupulleikar. Tann fyrri er Sandavágshálsur, har vegurin er høgur og brattur, og tann seinni er trupulleikin at koyra ígjøgnum bygt øki í Sandavági og Miðvági. Hetta vóru orðini í fráfreiðingini.

So er spurningurin, um bygdaráðið í Sørvágs kommunu og býráðið í Vága kommunu framhaldandi sita sum ryssa yvir deyðum fyli, ella tikið verður annað skinn um bak, og fara undir at finna eina semju um høvuðstrupulleikan á ferðsluøkinum. Borgarstjórarnir eiga bóltin, men mín leiklutur skal ikki liggja eftir at finna eina loysn,men farið má verða til verka í dag heldur enn í morgin.

Um ferðsluætlanir kann eg til annarssiga, at tey ár, eg var á tingi saman við Svend Age Ellefsen,Ivani Johannessen og Jørgeni Niclasen, høvdu vit regluliga fundir við kommunurnar í Vágum um mál av felags áhuga.

Hevði eg stillaupp aftur til eitt løgtingsval, so hevði eg havt tvey ófrávíkilig krøv til flokkin. Eg vildi verið fríttstillaður í fyrstu atløgu til uppbpðssølur. Tá uppboðssøla er av tí ónda, sum flestu halda, so skuldi tað, sum ætlanin var at koyra á uppboðssøluna, verið tillutað teimum økjum, sum hava økiskvotur uttan kostnað. Ikki eitt gram skal tillutast teimum,sum eig 80% av uppisjóvarfiskinum.Teir flestu av teimum, sum eiga hesi 80% eru meira enn nøgdir við tað, sum teir hava fingið.

Tað næsta er at niðurkapitalisera Íleggingargrunnin við tí upphædd, sum skal til fyri at dagføra flogvøllin. Tá síðsta útbyggingin varð gjørd, niðurkapitaliseraðu fólkatingið, sum eigur grunnin hann við 360 mió. kr., sum leingingin av vøllinum og útbyggingin av farstøðini kostaðu.

Føroya løgting hevur ikki goldið eina krónu av útbyggingini, men landskassin hevur fingið skatt og avgjøld av donsku krónunum.

Eg føli meg rímiliga vísan í, at danir vilja niðurkapitalisera Íleggingargrunnin enn einaferð. Hví skulda teir ikki tað. Teir brúka milliardir í Grønlandi upp á flogvallir, og vit eru í ríkisfelagsskapi. Aftur til yvirskriftina: Vilja vit nakað ella vilja vit einki?

Sune Jacobsen

Fyrrverandi løgtingsmaður og borgarstjóri.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder