2013-10-31 18:00
Gerhard Lognberg er óynsktur í javnaðarflokkinum.
Sjey limafeløg hava fyrrapartin heitt á floksleiðsluna um at tveita sandoyartingmannin úr flokkinum.
Hetta hendir, eftir at Gerhard Lognberg saman við øðrum av suðuroyartingmonnunum hjá flokkinum, Kristin Michelsen, atkvøddi blankt í málinum um misálit á løgmann, sum javnaðarflokkurin setti fram saman við Tjóðveldi og Framsókn.
Sum skilst var hetta tað, sum fekk bikarið at flóta yvir hjá teimum sjey limafeløgunum, men tey vísa á, at Gerhard Lognberg eisini í øðrum førum hevur gingið ímóti flokkinum.
Vit høvdu samband við Gerhard fyri løtu síðani, men tá hevði hann ikki stundir at tosa við okkum, tí bæði sjónvarp og útvarp vóru á veg.
Hann lovaði tó at ringja aftur aftaná.
Við aðrar miðlar sigur hann, at hann ikkihevur verið samdur í kósini, sum Javnaðarflokkurin hevur.
- Javnaðarflokkurin hevur víst á, at teir bert kunnu samstarva við Tjóðveldi. Tað kann eg slett ikki liva við. Og at Rigmor Dam sleppur at leggja uppskot fram, um at samkynd kunnu giftast, kann eg heldur ikki taka undir við, sigur Gerhard Lognberg við portal.fo.
Floksleiðslan í javnarflokkinum fer væntandi at taka støðu til áheitanina frá teimum sjey limafeløgunum á fundi leygardagin, tað skrivar sandportal.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald