Team Klaksvík tapti í kvøld seinasta dystin móti Kyndli í
bólkaspælinum í kappingini at koma í hálvfinaluna í steypakappingini hjá
monnum.
Eftir dystin fingu vit orð á Vilhelm Vilhelmsen, leikara hjá
Team Klaksvík.
Hvussu hevur tað
verið í Klaksvík seinastu dagarnar?
-
Tað hevur verið ein spentur og góður stemmningur.
Bæði áskoðarar og vit hava verið spentir til dystin.
Hvussu upplivdi tú
dystin?
-
Eg føli at vit renna aftaná Kyndli meginpartin
av dystinum. Vit kláraðu ikki at takla teir, og fingu teir fleiri løtt mál. Í seinna
hálvleiki vóru vit ikki nóg nærlagdir. At tapa við 7 málum er ikki gott nokk.
Støðan var 15-15, men
so fóru teir frá tykkum, hvat hendi har?
- Tað er eitt typist Team Klaksvík útfall, vit skora einki, og hinir fáa nokkso nógv mál móti endaum. Vit fingu ikki nóg nógv burturúr eftir tað, og so er tað yvirstaðið.
Tit komu afturút beinavegin, men tá ið tit fingu mál kom lív í høllina. Høvdu tit komið framum
beinavegin, hevði tað so verið ein nemmari dystur?
-
Ja tað kann man siga, vit fingu eina keðiliga
byrjan. Vit komu til møguleikarnar, men brenna. So fara teir í skjótálop og
skora nøkur mál. Tað hevði kanska verið ein øðrvísi dystur høvdu vit skora at
byrja við, segði Vilhelm við jn.fo eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald