Vinna

Vikingur borið við land á Lisshøvda

...

2015-05-27 14:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

V??RN skrivar: Í gjár kl 1730 fekk Brimil boð um, at brunnbáturin Víkingur, hevði borið við land á Lisshøvda.

Víkingur var fulllastaður við smolti í skuldi til Gulan, í Havn
Báturin hevði hevði sjálvur siglt inn á Borðoyavík, man hann var nú uttan maskinorku, tí sjógvur var komin í oljuna.
Ziska var á staðnum skjótt eftir hendingina, og fekk pumpur umborð. Kavarar frá alibrúkinum á Borðoyavík fóru niður at kannað skaðan og tetta.
Botnurin vísti seg at verða illa buglaður og fleiri smærri hol vóru á.
Brimil kom á staðið kl 1840, hann legði á síðuna á Víkingi. Víkingur fekk streym og olju frá Brimli, so pumpunar í lastatangunum fyngust í gongd aftur.
Víkingur bleiv síðani sleipaður til ein aliring á Borðoyavík, og smoltini blivu pumpaði í ringin. Nakað av smoltinum var deytt, tí tey høvdi verið ov leingið uttan ilt.
Tá tað var gjørt, bleiv Víkingur sleipaður á Klaksvík, har skipið skal takast upp á beding.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder