Ítróttur

VÍF, VB og H71 vunnu sínar dystir í kvøld

...

2018-02-28 22:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
3. dystir hava í kvøld verið í hvonn-deildini hjá kvinnum í hondbólti.

Neistin tók móti VÍF. VÍF vann dystin 33-24 eftir hálvleiksstøðuna 19-12. Fyri Neistan fingu Eir Berg og Drós Ragnarsdóttir hvør síni 6 mál. Hjá VÍF var toppskjúttin Durita C. Jojic við 9 málum.

Í Vági tók VB móti StÍF. VB vann dystin 28-17 eftir hálvleiksstøðuna 15-7. Fyri VB fekk Gurið K. Augustinussen 9 mál, og toppskjútti hjá StÍF var Birna T. Mikelsen við 4 málum.

Í Hoyvík tók H71 móti Stjørnuni. H71 vann dystin 23-22 eftir hálvleiksstøðuna 13-11. Fyri H71 fingu Maria H. Weyhe og Katrin Højsted hvør síni 5 mál, og hjá Stjørnuni fekk Jansu Jacobsen 6 mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder