Í FTZ-deildini tók StÍF í dag móti VÍF.
Dysturin gjørdist sera málríkur, tað komu 71 mál í dystinum, og av teimum skoraðu 2 spælarar 27 mál tilsamans.
Fyrri hálvleikur var sera tættur, og hálvleiksstøðan var 16-15 til StÍF. Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki fylgdust liðini væl, men eftir 52. min. var støðan 25-31 til VÍF, og væntaðu tey flestu at dysturin var avgjørdur. Strandingar komu afturíaftur, og tá ið klokkan vísti 59. min. var javnaleikur 35-35. VÍF tók time-out í seinasta minuttinum, og tað endaði við at Filip skoraði til 35-36.
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Djóni J. Petersen 6, Allan Norðberg 6, Pætur Joensen 3, Jóannes Prestá 3, Pætur Johansen 3, Jógvan G. Joensen 3, Martin Danielsen 2 og Marius Joensen 1.
VÍF: Filip Jojic 15, Julian Olsen 12, Sjúrður Olsen 4, Miki Duko Sørensen 3, Hallur Árason 1 og Andrias Eriksen 1.
Støður:
5. min. 2-3
10. min. 4-5
15. min. 8-7
20. min. 12-11
25. min. 14-14
30. min. 16-15
35. min. 19-18
40. min. 20-21
45. min. 23-25
50. min. 25-29
55. min. 30-32
60. min. 35-36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald