Ítróttur

VÍF vann við 6 málum á StÍF

....

2019-12-21 22:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
StÍF tók seinnapartin ímóti VÍF í Okkara-deildini hjá monnum. Undan dagsins dysti lá StÍF á einum 3. plássið og VÍF á einum 4. plássið. 

Dysturin byrjaði javnt, og fyldust liðini upp til 5-5, men so fóru gestirnir úr VÍF frá, og var hálvleiksstøðan 13-17. VÍF vann dystin 29-35.

StÍF: Sveinur Justinussen 6, Pætur Johansen 5, Bjarni í Selvindi 3, Pætur Barcley 3, Jóannes Prestá 3, Djóni Petersen 3, Ivan Mrdalo 2, Jógvan Joensen 2, Jákup Mortensen 1 og Mads Lindkvist 1.

VÍF: Sjúrður Olsen 11, Filip Jojic 10, Jóhan í Garðastovu 4, Andrias Eriksen 4, Hallur Arason 3, Jákup Andreas 2 og Martin Nielsen 1.

Støður:

5. min. 2-3

10. min. 5-4

15. min. 5-6

20. min. 8-10

25. min. 10-13

30. min. 13-17

35. min. 14-17

40. min. 17-20

45. min. 18-24

50. min. 23-28

55. min. 25-31

60. min. 29-35

Støðan Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
H71 13 373 299 74 22
NEISTIN 13 349 314 35 16
VÍF 13 369 348 21 16
STÍF 13 363 367 -4 15
KÍF 13 348 322 26 13
KYNDIL 12 306 320 -14 8
TEAM KLAKSVÍK 13 271 409 -138 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder