Ítróttur

VÍF vann spennandi oddadystin móti H71

...

2019-01-13 22:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
VÍF tók í kvøld móti H71 í bestu deildini hjá kvinnum í hondbólti. Talan var um oddadyst millum liðini ið liggja nummar eitt og tvey.

Dysturin gjørdist eisini sera spennandi, og var dysturin avgjørdur í teimum seinastu sekundunum. H71 hevði álop tá ið klokkan visti 59:15, og tóku tá eisini time-out. H71 fekk einki burturúr teirra seinasta álopið, og so gjørdi VÍF skjótt av, og tað endaði við at Agnas skoraði til 32-31.

VÍF: Liljan Djurhuus 14, Durita C. Jojic 5, Agnas Olsen 5, Daniella Joensen 4 og Heidi Maria Akselsen 4. 

H71: Marita Mortensen 8, Maria H. Weyhe 4, Eva Barba Arge 4, Durita Toftum Joensen 4, Guðrið Bogadóttir á Borg 4, Tórhalla Thorsteinsson 3, Anna á Steig 2 og Karin Holm Simonsen 1.

Støður: 

5. min. 1-2

10. min. 3-5

15. min. 6-8

20. min. 8-10

25. min. 11-10

30. min. 13-13

35. min. 17-17

40. min. 20-18

45. min. 24-20

50. min. 26-25

55. min. 29-28

60. min. 32-31

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder