Ítróttur

VÍF vann á Kyndli og nærkast nú H71

...

2018-11-04 19:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Kvinnurnar hjá VÍF vóru í dag á vitjan hjá Kyndli í Havn. 

Kyndil fekk nógv brotskøst at byrja við. Kyndil hevði aftaná 14. minuttir fingið fimm brotskøst. Kyndil fekk mál uppá trý av teimum og brendi tvey.

Støðan eftir 16. minuttir var javnleikur 4-4. Hálvleiksstøðan var 9-13 til VÍF. Kyndil kom uppá javnleik 14-14 eftir 44. min. men so fór VÍF frá Kyndli og vann dystin 18-24.

Marianna G. Eystberg fekk flest mál fyri Kyndil hon fekk 5 mál. Fyri VÍF fingu Liljan Djurhuus og Durita Jojic hvør síni 7 mál.

Við sigrinum í dag er VÍF bert tað eina stigi aftanfyri oddaliðið H71, sum eisini hevur spælt ein dyst færri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder