VÍF tók í dag ímóti StÍF í SMS-deildini hjá kvinnum í hondbólti.
Greipuvinnarnir lótu ongan iva vera um hvat lið skuldi hava tey bæði stigini, sum spælt var um. VÍF vann 31-18 eftir hálvleiksstøðuna 17-6. VÍF hevði í dag hvørgan av teimum vanligu sum plaga at skifta tær út á bonkinum. Bæði Angar Joensen og Ingi Olsen eru uttanlanda í løtuni.
VÍF: Liljan Djurhuus 8, Heidi Marid Akselsen 5, Agnas Olsen 4, Durita C. Jojic 4, Kathe Drederiksen 3, Brynja Rógvadóttir 3, Halla Midjord 2, Ingibjørg Olsen 1 og Ró Nielsen 1.
StÍF: Emma Lerche 6, Paula Berg 4, Erla Petersen 3, Simona á Fríðriksmørk 2, Karina Høgnesen 2 og Sólfríð Rasmussen 1.
Støður:
5. min. 1-1
10. min. 5-2
15. min. 8-3
20. min. 12-4
25. min. 14-5
30. min. 17-6
35. min. 19-8
40. min. 24-8
45. min. 25-10
50. min. 26-12
55. min. 30-14
60. min. 31-18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald