2020-03-04 21:26
VÍF tók í kvøld ímóti oddaliðnum í Okkara-deildini í hondbólti hjá monnum tá ið H71 var á vitjan.
Tað var VÍF sum byrjaði dystin betri, og komu teir á odda 5-2 eftir 8. min. H71 javnaði til 5-5 tá ið 12. min. vóru leiktir. Hálvleiksstøðan var 10-9 til teir gulu úr Vestmanna.
Tá ið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki var støðan 17-16 til VÍF. Tá ið 54. min. vóru farnir av dystinum kom H71 uppá javnt 20-20. Dysturin endaði við at VÍF vann 23-21.
Við sigrinum vann VÍF sær tvey sera kærkomin stig í stríðnum um at sleppa at spæla hálvfinalurnar.
Málskjúttar:
VÍF: Hallur Arason 5, Filip Jojic 5, Agnar Joensen 4, Sjúrður Olsen 4, Julian Olsen 2, Andrias Eriksen 2 og Hanus Christophersen 1.
H71: Hilmar Leon Jakobsen 7, Vilhelm Poulsen 7, Pætur Mikkjalson 2, Pætur Thomsen 1, Leivur Mortensen 1, Elias á Skipagøtu 1, Janus Dam Djurhuus 1 og Bogi Hansen 1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald